Nýggj farleið til Vestmanna komin á fíggjarlógina

Nýggj farleið til Vestmanna komin á fíggjarlógina
Hetta er annars beint ímóti samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum mælir til at gera Gøtudalstunnilin
Landsverk heldur, at tað er ikki neyðugt at broyta farleiðina til Vestmanna. Nú er peningur settur av á fíggjarlógini
 
01.10.2020 - 10:45

Farleiðin til Vestmanna er komin í fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram í gjár.

Fimm milliónir eru settar av í 2022 og 15 millionir í 2023.

Hetta er beint ímóti samferðsluætlanini hjá Landsverki.

Í henni verður mælt til at gera Gøtudalstunnilin frá 2022 til 2025. Hesin tunnilin er als ikki nevndur í fíggjarlógaruppskotinum.

Men í búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum, standa 15 mió. kr. í 2026, 80 milliónir í 2027, 120 í 2028, 120 í 2029 og 50 mió. kr. í 2030.

Óneyðugt at broyta farleiðina

Sambært samferðsluætlanini verður ikki mett at vera neyðugt at broyta farleiðina til Vestmanna við verandi ferðslu og framkomuleika.

Men annars eru, sambært Landsverki, tríggir møguleikar, berghol úr Kvívík, berghol frá Leynavatni og brúgv úr Oyrargjógv.

Landsverk heldur, at Gøtudalstunnilin er neyðugur, nú Eysturoyartunnilin kemur.

Í samferðsluætlanini stendur farleiðin til Vestmanna ikki á skránni fyrr enn í 2030.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, sigur tað sama, sum stendur í samferðsluætlanini, at Gøtudalstunnilin eigur at verða raðfestur fram um tunnil til Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851