Politikarar skulu ikki raðfesta trygd

Politikarar skulu ikki raðfesta trygd
Samgongan og Sjálvstýri taka ikki undir við uppskotinum hjá Beintu Løwe í Tjóðveldi
Í summar kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum, og tá kom fram, at trygarútgerð var ikki uttan fyri bergholið
 
08.10.2020 - 10:50

Tað er ikki rætt, at politikararnir ráðfesta trygdina hjá Landsverki, tað skal Landsverk gera.

Beinta Løwe, løgtingskvinna, hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur til trygdarútgerð í bergholunum norður um Fjall og í øðrum bergholum.

Men meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, samgonguflokkarnir og Sjálvstýri, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Er trygdin á einum vegi, einari brúgv ella í einum bergholi ikki í lagi, verður farleiðin stongd. Tí eru allar farleiðir, sum hava opið, mettar at vera tryggar, eisini tunlarnir norður um Fjall, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

13 mió. kr. til dagføringar

Meirilutin sigur annars, at í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021 eru 13 mió.kr. til at dagføra brýr og berghol. Í 2019 vóru 5,5 milliónir til endamálið, og átta milliónir eru í ár.

Nevndarlimirnir hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum.

Tey minna á, at í summar kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum. 

Tá kom fram, at trygdarútgerð var ikki uttan fyri bergholið. Og Landsverk boðaði frá, at peningur var ikki tøkur til hesa útgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887