ADHD-felagið: Fólk verða noydd í fyritíðarpensjón

ADHD-felagið: Fólk verða noydd í fyritíðarpensjón
Tað er óvirðiligt at skunda málið um arbeiðsfremjandi tiltøk gjøgnum tingið, sigur felagið
ADHD-felagið sigur, at tað er óvirðiligt at skunda málið um arbeiðsfremjandi tlltøk gjøgnum tingið, uttan at tað hevur verið til ummælis
 
09.10.2020 - 09:07

ADHD-felagið mótmælir nú eisini fíggjarlógaruppskotinum, meira ítøkiliga broytingina í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hjá Almannamálaráðnum.

Í skrivi til miðlarnar, sigur ADHD felagið, at tað er óvirðilig framferð at skunda eitt so týdningarmikið mál ígjøgnum við tí grundgeving, at stundir ikki eru til at senda uppskotið til ummælis og at umrøða uppskotið við aðrar partar.

Eitt arbeiði hevur stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, at kunna avrika og vera ein partur av arbeiðsfjøldini á arbeiðsmarknaðinum.

Tørvur á arbeiðsmegi

Haraftrat vísir felagið á, at vit hava ein arbeiðsmarknað, sum hevur brúk fyri arbeiðsmegi, men at landsstýrið er í holt við at trýsta fólk í fyritíðarpensión - at arbeiðarin bert verður bert sæddur sum ein útreiðsla, og ikki ein, sum skapar nakað meirvirði.

- Hetta menniskjasýnið er virðisleyst og beinleiðis niðrandi, skrivar ADHD felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858