Bretska samfelagið verður ikki stongt aftur

bannari
Bretska samfelagið verður ikki stongt aftur
Bretland verður ikki stongt aftur fullkomiliga, men heldur skipað í ymisk vandaøki, sigur forsætisráðharrin í landinum
 
13.10.2020 - 16:08

Í framløgu síni í gjár, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, at koronusmittan skal ikki sleppa at gera um seg í landinum, tí tað hevði kravt ov nógv mannalív.

Hann vil ikki stongja samfelagið fullkomiliga, men at talan er um eina skipan við avmarkingum, har alt landið verður skipað í ymisk vandaøki.

Vit mugu gera nakað, segði hann, sambært tíðindastovuni Reuters.

Trupul skipan at umsita

Boris Johnson sigur, at skipanin at stongja lokalt hevur verið trupul og havt ójavnar reglur við sær. Og nú skulu lokalu reglurnar gerast einfaldari. Nýggja skipanin hevur ymisk stig av avmarkingum í trimum ymiskum vandabólkum.

Johnson sigur, at meginparturin av landinum fer í miðal-vandabólkin, men at flestu økini, sum í dag hava lokalar avmarkingar enda í hægsta-vandabólki. Og í hægsta vandabólki, sum er "sera vandamikið" er fyri øki, har smittan breiðir seg skjótt.

Í økjum, har smittuvandin er sera stórur, verða barrir, venjingarstøðir og kasino stongd, sigur Boris Johnson. Og býurin Merseyside fer í henda bólk í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851