Læraraútbúgvingin verður eftirmett

Læraraútbúgvingin verður eftirmett
Biðið er um játtan á fíggjarlógini næsta ár, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Jenis av Rana, landsstýrismaður, ætlar, at eftirmetingin av læraraútbúgvingini skal byrja tíðliga næsta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2020 - 14:47

Læraraútbúgvingin verður nú eftirmett.

Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið.

Jenis av Rana sigur, at sambært lógini um Fróðskaparsetrið skal uttanhýsis serfrøði eftirmeta viðurskifti á stovninum við jøvnum millumbili.

Í næstu eftirmeting verður m.a. hugt at Námsvísindadeildini og læraraútbúgvingini.

Landsstýrismaðurin hevur biðið um játtan til eftirmetingina á fíggjarlógini fyri 2021, og Jenis av Rana sigur seg vóna, at eftirmetingin byrjar tíðliga næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652