Eingin kinesisk útgerð til 5G í Svøríki

Eingin kinesisk útgerð til 5G í Svøríki
Svensku telemyndugleikarnir skipa nú fyri fyrsta umfari av útbjóðingini um 5G-frekvensirnar
Tøkni frá Huawei og ZTE skal ikki brúkast, tá boðið verður upp á arbeiðið at útbyggja 5G í Svøríki
 
20.10.2020 - 15:28

Telefyritøkur, sum vera við í útbjóðingini um rættin at nýta 5G-netverk í Svøríki, mugu ikki brúka útgerð frá kinesisku tøknifyritøkunum, Huawei og ZTE.

Svensku telemyndugleikarnir hava tikið avgerðina í samstarvi við verjuna og trygdartænastuna, upplýsir Reuters.

Svensku telemyndugleikarnir skipa í november fyri fyrsta umfari av útbjóðingini um 5G-frekvensirnar.

Brúkar felagið kinesiska útgerð, skal hon takast úr nýtslu í stigum, og í seinasta lagi í januar 2025. 

Telefelagið "3", Telenor, Telia og Teracom eru undangóðkend til útbjóðingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585