Kjarnorkuavtala longd eitt ár

Kjarnorkuavtala longd eitt ár
New Start-kjarnorkuavtalan millum Russland og USA verður longd
Á myndini, sum varð tikin fyri tveimum vikum síðani, sendir russiska fregattin Admiral Groshkov, eina rakett avstað norðan fyri Russland
Mynd: AP  
 
21.10.2020 - 05:54

Í samráðingunum um at longja New Start-avtaluna millum Russland og USA, hava russarar boðið sær til at frysta ávíst tal av kjarnufysiskum stríðútbúnaði í eitt ár.

New Start er seinasta veruliga avtala millum USA og Russland um avdubbing, og sum avmarkar risastóra kjarnorkuútbúnaðin hjá londunum. Avtalan fer úr gildi í februar næsta ár.

Í gjár boðaði uttanríkisráðið í Moskva frá, at Russland er sinnað at longja avtaluna í eitt ár, um USA eisini niðurfrystir ávíst tal av kjarnorkuútbúnaði í eitt ár.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, mælti í síðstu viku til at longja avtaluna í eitt ár, men Hvítu Húsini hildu, at uppskotið var ikki áhugavert, so leingi tað ikki fevndi um at minka talið av kjarnorkuútbúnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010