Tveir sjúklingar fluttir til Suðuroyar

Tveir sjúklingar fluttir til Suðuroyar
Einki røkist fyri, at endi verður á verkfallinum, tí einki samband er millum partarnar
Tveir sjúklingar, sum hava ligið á Landssjúkrahúsinum, eru nú fluttir á Suðuroyar sjúkrahús
 
21.10.2020 - 11:26

Tveir sjúklingar á Landssjúkrahúsinum eru fluttir a Suðuroyar sjúkrahús.

Hetta eru fólk, sum ikki kunna vera aðrastaðni enn á sjúkrahúsi.

Annars ger Suðuroyar sjúkrahús sær ikki dælt av støðuni, nú verkfall er á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi.

- Vit gera ikki verkfalsrakt arbeiði, sum Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, málber seg.

Men sjúklingar, sum ikki kunnu sendast heim, ella á onkran stovn, men bara kunnu vera á sjúkrahúsi, verða ikki avvístir á Tvøroyri, sigur hann.

Eingin glotti

Enn er ongin endi at hóma á verkfallinum millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, og Óluvá í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, siga, at onki samband er millum partarnar, og tí eru ongar samráðingar á skránni, sum støðan er  í løtuni.

Í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum viðgera tey í dag undantøkini, sum Landsjúkrahúsið hevur biðið um til seingjardeildina á B8. Landssjúkrahúsið fær væntandi svar tíðliga seinnapartin, sigur forkvinnan.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru í verkfalli, verða í dag kunnaðir um støðuna, sigur Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010