- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøkini í Danmark kanska herðast
Tiltøkini í Danmark kanska herðast
Fæst bilbugt ikki við smittutrýstið í Danmark komandi dagarnar, verða tiltøkini herd
22.10.2020 - 08:33
Ráðharrin í heilsumálum, Magnus Heunicke, er ørkymlaður um gongdina, eisini, tí fleiri lond í Evropa tykjast hava mist tamarhaldið á smittugongdini.
Hann sigur, at komandi tveir ella tríggir dagarnir verða avgerandi fyri, um Danmark fer at herða tiltøkini. Í Danmark kunnu fleiri enn 50 fólk ikki savnast.
Tað er í fyrsta umfari galdandi fram til 31. oktober. Eisini verður sett sum treyt, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast við almennum flutningi.
Í gjár vórðu 630 smittutilburðir staðfestir.
– Sum støðan er nú, er talan ikki um at lata enn meira upp, tí smittugongdin er ikki góð, sigur heilsumálaráðharrin við Jyllandsposten.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV