Koronukreppan høvuðsevni í valkjaki

Koronukreppan høvuðsevni í valkjaki
Í nátt var seinna orðaskiftið ímillum Donald Trump, forseta og Joe Biden, uppundir amerikanska forsetavalið sum verður 3. november
Joe Biden og Donald Trump kjakaðust í nátt okkara tíð í seinasta kjakinum undan forsetavalinum 3. november
Mynd: AP  
 
23.10.2020 - 07:29

Sambært DR, so fingu veljararnir hesuferð høvi at hoyra tvey valevni, sum á hvør sín hátt vilja standa á odda fyri USA næstu fýra árini.

Reglurnar fyri orðaskiftið vórðu fylgdar, uttan at teir róptu í holið á hvørjumøðrum, og sambært DR fingu fólk politikk, sum tey hava bíðað eftir.

Trump royndi at tosa uttanum

Koronukreppan var høvuðsevnið í orðaskiftinum, tí korona er ein av størstu meinbogunum sum eru í amerikanska samfelagnum.

Donald Trump, forseti royndi at tosa uttanum koronakreppuna, og tað misti hann stig uppá, sambært DR. Hann førdi millum annað fram, at heilivágur ímóti koronu verður tøkur um stutta tíð.

Hetta hóast amerikansku heilsumyndugleikarnir hava sagt, at heilivágur ikki verður tøkur fyrr enn næsta ár. Joe Biden segði seg hava eina loysn uppá koronakreppuna, og tí kom hann væl frá.

Trump hartaði Biden

Donald Trump, forseti setti spurningin, hví amerikanarar skulu velja eitt valevni, sum hevur verið meir enn 40 ár í Washington, harav átta ár sum varaforseti, uttan at nakað stórvegis er hent, og sum hann nú tosar um sum 77 ára gamal.

Donald Trump tosaði eisini um bláar og reyðar statir, og statir sum stuðla seg. Har svaraði Joe Biden, at um hann verður forseti, so verður ikki talan um reyðar ella bláar statir, men um eitt sameint USA.

Orðaskiftið vardi í hálvanannan tíma, og báðir hildu reglurnar, so metingin er, at talan var um eitt gott orðaskifti, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851