Miðlastuðul: Skulu lýsa donsk samfelagsviðurskifti

Miðlastuðul: Skulu lýsa donsk samfelagsviðurskifti
Joy Mogensen, mentamálaráðharri í Danmark, hevur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Joy Mogensen, mentamálaráðharri, sigur, at skulu føroyskir miðlar fáa stuðul úr Danmark, skulu teir millum annað venda sær til danir og lýsa donsk samfelagsviðurskifti
 
23.10.2020 - 09:41

Grønlendski miðilin, Sermitsiaq, vendir sær eisini til danir og lýsir donsk samfelagsviðurskifti, ella viðger og lýsir hendingar í øðrum londum úr einum donskum sjónarhorni.

Tí hevur Sermitsiaq fingið danskan miðlastuðul.

Joy Mogensen, mentamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum spurdi, um føroyskir miðlar kunnu fáa stuðul úr Danmark, tá grønlendskir miðlar kunnu.

Tríggjar milliónir í stuðli

Orsøkin til spurningin er, at grønlendski miðilin, Sermitsiaq, hevur fingið 3,1 mió. kr. frá Medienævnet í Danmark.

Stuðulin kallast Medienævnets redaktionelle produktionsstøtte.

Joy Mogensen sigur, at skulu føroyskir miðlar fáa stuðul úr Danmark, skulu teir millum annað venda sær til danir og lýsa donsk samfelagsviðurskifti, ella viðgera og lýsa hendingar í øðrum londum úr einum donskum sjónarhorni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858