Korona er størsta kreppa í okkara tíð

Korona er størsta kreppa í okkara tíð
Heilsutoppfundur er í Berlin, og ST-aðalskrivarin heitir á ríku londini um at hjálpa teimum fátæku
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari
 
26.10.2020 - 15:29

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, sigur, at koronusmittam er størsta kreppa í okkara tíð.

Tað segði hann í eini røðu á netinum, tá heimsins heilsutoppfundur varð settur í Berlin, sum eisini er á netinum.

Hann heitti í røðuni á heimsins lond um at stuðla hvørtannað í stríðnum ímóti koronusmittuni, og at tey ríku londini hjálpa teimum fátæku londunum, so øll koma burtur úr kreppuni.

- Eingin kann kenna seg tryggan ímóti covid-19. Eingin er tryggur fyrr enn øll eru trygg. Hóast summi koma fyri seg aftur eftir sjúkuna í egnum landi, so eru tey fangar innan fyri markið, til sjúkan er bast allastaðni, segði týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier, tá hann setti heilsuráðstevnuna, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819