Løgtingið nýggja heimasíðu

Løgtingið nýggja heimasíðu
Nú ber til at síggja øll orðaskifti, sum hava verið í tinginum síðani á ólavsøku, í videobroti
Tað hevur tikið tvey ár at menna nýggja heimasíðuna hjá løgtinginum
 
28.10.2020 - 11:00

Løgtingið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu, sum Elektron hevur ment í samstarvi við Løgtingið.

Frambrotið við nýggju síðuni er, at almenningurin nú kann síggja øll orðaskiftini frá og við ólavsøku í ár sum videobrot á síðuni, eins og at røðaralistin sæst undir orðaskiftinum.

Eisini hevur dentur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita í verandi og farnum tingmálum og nevndarmálum á hesari síðuni, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, í tíðindaskrivi.

Næsta stig á heimasíðuni verður at finna eina loysn á gomlu orðaskiftunum, sum lutvíst ikki eru tøk, ella ikki hava eina nøktandi góðsku.

Tikið tvey ár

Í oktober 2018 tók Løgtingið stig til at fara undir at gera eina nýggja kt-skipan til Løgtingið, sum fevnir um eina nýggja heimasíðu, eina umsitingarskipan til handfaring av øllum málum, sum koma til viðgerðar í tinginum umframt ein tingmannaglugga, sum verður arbeiðsamboðið hjá einstaka tingmanninum at røkja sítt starv í Løgtinginum.

Hesar skipanir eru eisini knýttar at teirri skipanini, sum stýrir arbeiðinum í tingsalinum. Talan er tí um eina stóra og samansetta skipan, sum er gjørd til at nøkta tørvin hjá Løgtinginum.

Løgtingsumsitingin hevur brúkt nýggju umsitingarskipanina síðani á ólavsøku í ár. Tingmannagluggin verður tikin í nýtslu í næstum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819