Uttanlandsnevndin viðger yvirtøkumál

Uttanlandsnevndin viðger yvirtøkumál
Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan, landslæknan longu á ólavsøku næsta ár og politiið 1. januar í 2022
Tjóðveldi hevur skotið upp at yvirtaka politiið og landslæknan. Uttanlandsnevndin viðger uppskotið í dag, og hevur boðsent m.a. Politistafelagnum og Kriminalforsorgini á fund at siga sína hugsan
 
29.10.2020 - 08:55

Uttanlandsnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi um yvirtøkur. Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan, landslæknan longu á ólavsøku næsta ár og politiið 1.januar í 2022.

Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði.

Tað verður mett at kosta 120 milliónir krónur í 2022 at yvirtaka politiið. Og tað verður mett at kosta 4,9 milliónir krónur at yvirtaka millum annað landslæknan, sigur Tjóðveldi.

Nógvar innkallingar

Nógvar innkallingar eru gjørdar til fundin í dag.

Politistafelagið, løgmaður, Kriminalforsorgin og leiðarin fyri arrestina í Mjørkadali, Karl Johansen, sýslumaður, Amnesty International og Advokatfelagið verða spurd, hvat tey halda um at yvirtaka politiið.

Og landsstýrismaðurin í heilsumálum og Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum, verða spurdir um heilsufakligu yvirtøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010