Ætlar at yvirtaka útlendingamál

Ætlar at yvirtaka útlendingamál
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur, at útlendingar, sum arbeiða í Grønlandi, skulu duga grønlendskt mál og grønlendska mentan
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, hevur fleiri ítøkiligar ætlanir, tá útlendingamál eru komin á grønlendskar hendur
 
30.10.2020 - 11:36

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, ætlar at yvirtaka útlendingamál. 

Tað boðaði hann frá í gjár.

Grønland hevur eingi málsøki yvirtikið frá Danmark seinastu 11 árini. 

Nú flogvøllir og gistingarhús skulu byggjast, og námsvinnan er í menning, koma nógvir útlendingar til Grønlands at arbeiða. 

Og tá Grønland hevur yvirtikið útlendingamál, fer tað, sambært formanninum í landsstýrinum, at verja grønlendska málið og grønlendsku mentanina.

- Vit skulu bjóða teimum vælkomnum, sum koma higar at arbeiða og skapa framgongd, men tað verður eftir okkara treytum. Kemur tú til okkara land at arbeiða, skalt tú læra okkara mál og skilja okkara mentan, sigur Kim Kielsen í tíðindaskrivi, sambært KNR.gl.

Eisini aðrar ætlanir

Verða útlendingamál yvirtikin, hevur Kim Kielsen fleiri aðrar ítøkiligar ætlanir, sum skulu setast í verk. 

Málskúli í Sisimiut skal bjóða ókeypis málskeið, og greiðar reglur skulu gerast fyri arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi.

Seinast, Grønland yvirtók málsøki frá Danmark, var í 2009, tað var ábyrgdin fyri miðnámsútbúgvingini.

Grønland kann kortini ikki yvirtaka útlendingamál, fyrr enn samráðinhar hava verið við ríkismyndugleikarnar um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887