Stendur enn í botni - heldur einki úrslit í dag

Stendur enn í botni - heldur einki úrslit í dag
Fíggjarmálaráðið heldur seg til semingsuppskotið, men sjúkrarøktarfrøðingarnir vilja ikki samráðast út frá uppskotinum, tí tað er vrakað
Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og lønardeildina. Áheitanin frá løgmanni í gjár gav einki úrslit
 
30.10.2020 - 15:45

Støðan er óbroytt, og tað stendur enn í botni millum partarnar í lønartrætuni millum lønardeildina og felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.

Tað er niðurstøðan eftir fundin, sum var millum partarnar seinnapartin í dag.

Við á fundinum, sum vardi ein góðan tíma, vóru nevndin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, lønardeildin, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og semingsstovnurin.

Sum skilst vil Fíggjarmálaráðið framvegis halda seg til semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar fyri verkfallið, men felagið hjá sjúkrarøktarfelagnum vil ikki samráðast út frá tí uppskotinum, tí tað er havnað.

Semingsuppskotið legði upp til somu lønarhækking, sum eitt nú lærarafelagið fekk fyrr í ár. Lønarhækkingin er 2,56 prosent í 2019, 2,05 prosent í 2020 og 1,25 prosent í 2021.

Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Áheitanin frá løgmanni einki úrslit

Løgmaður heitti í gjár alment á partarnar um at loysa ósemjuna við samráðingarborðið, men tað er eftir øllum at døma miseydnast. 

Tað gjørdi løgmaður, tí sjúkrahúsverkið hevði boðað landsstýrinum frá, at tey mettu ikki støðuna verða trygga, tí tey fingu ikki øll undantøk, sum biðið varð um.

Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum avgjørdi fyrr í dag at geva øll undantøk, sum biðið varð um, so partarnir kundu hittast aftur í dag.

Undantøkini vórðu tó einans givin í 24 tímar - til seinnapartin í morgin. Í morgin tekur felagið so støðu til, um undantøk aftur skulu gevast í 24 tímar, sigur Óluva í Gong, forkvinna.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, sigur í viðmerking við útvarpið í dag, at hann væntar, at landsstýrið fer at viðgera støðuna um vikuskiftið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887