Kommunuval í ótíð, um eingin er at stýra

bannari
Kommunuval í ótíð, um eingin er at stýra
Sjey valevni á valinum týsdagin fingu onga atkvøðu
Sjey valevni á valinum týsdagin fingu onga atkvøðu
 
13.11.2020 - 13:34

Tað kann gerast neyðugt hjá landsstýrinum at skipa fyri kommunuvali í ótíð, um eingin er at fara í eitt kommunustýri.

Um allir listar í einari kommunu eru tømdir, sum tað eitur - tað vil siga, at einki tiltaksfólk er eftir, skal landsstýrið skipa fyri vali, so til ber at manna bygdaráð ella býráð aftur. 

Tað sigur kommunuvallógin. Hon sigur eisini, at um eingin er eftir á einum lista, verður tiltaksfólk tikið av listanum, sum er næst í býtingartali.

Fólk kunnu stýra einari kommunu, hóast tey ikki fingu eina einastu atkvøðu á kommunuvalinum.

Sjey valevni á valinum týsdagin fingu onga atkvøðu.

Húsavík er eitt dømi

Í Húsavíkar kommunu kann tað til dømis gerast neyðugt at fáa fólk í bygdaráðið, sum onga atkvøðu fekk týsdagin.

Á lista B vóru trý fólk. Tvey teirra eru vald í bygdaráðið. Triðja valevnið á listanum fekk onga atkvøðu.

Um annað teirra, sum er valt í bygdaráðið, til dømis flytur úr kommununi, kemur tann triði á lista B í bygdaráðið.

Tað er hent ið hvussu so er einaferð, at fólk er komið í eitt kommunustýri, hóast tað onga atkvøðu fekk. 

Tí sambært lógini skal ein listi tømast hvussu nógvar atkvøðurnar eru, eisini um eingin atkvøða er. 

Hóast fólk ikki vilja stilla upp, er tað ein borgaraskylda at stilla upp, um fólk, til dømis uttan at tey vita av tí, verða sett á ein lista.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819