Nets selt til Italia fyri 45 mia. kr.

16.11.2020 - 09:17
AktueltPengar
Nets selt til Italia fyri 45 mia. kr.
Nets og Nexi hava samráðst um at leggja saman síðani fyrst í november
Nets, sum eisini umsitur gjaldskort í Føroyum, fer nú á italskar hendur
 

Gjaldkortsfyritøkan, Nets, er seld til italsku fyritøkuna, Nexi, fyri 45 milliardir kr., boðar fyritøkan frá tíðindaskrivi.

Nets umsitur eisini gjaldskortskipanina hjá okkum í Føroyum.

Nets og Nexi hava samráðst um at leggja saman síðani fyrst í november.

Stóran týdning

Virkandi stjórin í Nets, Bo Nilsson, sigur, at samanleggingin hevur stóran týdning fyri virksemið í framtíðini.

- Frá at hava virkað í Danmark og Noregi, hevur felagið strembað eftir at vaksa á evropeiska marknaðinum, og at menna tann ídnaðin, sum felagið virkar í, og sum verður meira altjóða, sigur stjórin.

- Vit hava ment okkum í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Póllandi, har møguleikarnir fyri at vaksa eru stórir. Og norðurlond, serliga Danmark, verða eisini í framtíðini ein týdningarmikil marknaður, sigur stjórin.

Nets varð seinast selt í 2017, tá kapitalgrunnurin, Hellmann & Friedman, keypti felagið, og tók tað av partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn.

Síðani hevur Nets lagt saman við fleiri onnur feløg, teirra millum týska Concardis, og selt ein part av sínum virksemi til amerikanska, Mastercard, m.a. gjaldsskipanina.

Byrjaði sum PBS

Nets bjóðar gjaldsskipanir, og í Danmark stendur felagið m.a. fyri Dankortinum og NemID. Nets er virkið í 20 evropeiskum londum og hevur 4.500 fólk í starvi. Í fjør var umsetningurin hjá felagnum 7,5 milliardir kr., skrivar Ritzau.

Nets byrjaði við navninum, PBS, í 1968. Í nógv ár vóru tað peningastovnar í norðurlondum og danski tjóðbankin, sum áttu felagið. Síðani í 2014 hava kapitalgrunnar átt tað.

At leggja saman við Nets, er annar stóri handilin hjá italska Nexis, seinastu tíðina.

Fyri einum mánaði síðani keypti felagið italska felagið, SIA.

SIA hevur umleið 3.500 starvsfólk, og Nexi 3.000 starvsfólk.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. januar
TEMAPLÁTAN: Van Halen, Van Halen, 1978
119342
Leygardag 23. januar
Ein váðafull bumbuferð
118473
Leygardag 23. januar
Jambalaja 230121
119338
Leygardag 23. januar
Hetta heilaga Evangeliið skrivar.
119317
Leygardag 23. januar
Morgunlesturin leygarmorgunin 23. januar 2021
119024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. januar
Lyst 34
119191
Hósdag 21. januar
Millum heimsins bestu bodybuildarar
119256
Mikudag 20. januar
Jørðin II 1 - Oyggjar
119181
Mánadag 18. januar
3-2
119108