Kristin fer undir nýtt skeið sum borgarstjóri

bannari
Kristin fer undir nýtt skeið sum borgarstjóri
Nývalda býráðið á Tvøroyri verður skipað nú hóskvøldið. Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri síðani 2001
Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri síðani 2001. Nú fer hann undir eitt nýtt skeið sum borgarstjóri
 
17.11.2020 - 08:34

Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri, og Anita Vibergsdóttir verður varaborgarstjóri.

Hetta avgjørdu tey á fundi í gjárkvøldið hjá teimum fýra á felagslistanum, sum blivu vald í býráðið í síðstu viku.

Nývalda býráðið á Tvøroyri verður skipað nú hóskvøldið.

Á kommunuvalinum fekk felagslistin meirilutan, 51,4 prosent, og fýra fólk vald í býráðið.

Javnaðarflokkurin fekk 37,5 prosent og trý fólk í býráðið.

Listi V fekk 11 prosent og ongan býráðslim.

Kristin Michelsen fekk 285 atkvøður á valinum í síðstu viku. 

Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri tað mesta, sum farið er av hesari øldini. Hann bleiv borgarstjóri 1.januar 2001.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628