Ferðavinnan fær meira enn 20 mió. í koronuhjálp

bannari
Ferðavinnan fær meira enn 20 mió. í koronuhjálp
Hetta er minni enn væntað, sigur Vinnumálaráðið. Í summum førum er umsetingurin í ferðavinnuni minkaður 90 prosent, sigur Ferðavinnufelagið
Umsetningurin hjá gistingarhúsunum er minkaður millum 60 og 80 prosent
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.11.2020 - 11:36

Landsstýrið fekk 47 umsóknir um stuðul úr hjálparpakka trý, sum er fyri ferðavinnuna.

Søkt varð um 23,5 mió. kr.

21 umsóknir eru higartil játtaðar, og góðar 11,7 mió. kr. eru goldnar í stuðli.

Seks umsóknir eru higartil vrakaðar, tí tær eru ikki mettar at eiga rætt til stuðul úr hjálparpakka trý.

20 umsóknir eru eftir at viðgera, og Vinnumálaráðið væntar, at stuðulin verður oman fyri 20 mió. kr.

Hetta er minni enn roknað varð við, sigur Vinnumálaráðið. Metingin segði 30 til 40 milliónir. 

Helgi svarað Bjørt

Upplýsingarnar eru í svari frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Ferðavinnufelagið sigur, at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin nógv, hjá ferðaskrivstovunum 90 prosent, hjá gistingarhúsunum millum 60 og 80 prosent, hjá matstovunum millum 40 og 50 prosent, hjá bussfeløgum millum 85 og 95 prosent, hjá upplivingarvinnuni 60 prosent og hjá bilútleigarum 95 prosent.

Bilútleigarar eru ikki við í hjálparpakka trý.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652