Heimsskuldin veksur skjótt

20.11.2020 - 08:07
AktueltÚtheimurin
Heimsskuldin veksur skjótt
Ein flóðalda av skuld skolar inn yvir heimsins lond, og nógv lond fara at hava ilt við at fóta sær aftur eftir koronukreppuna
Skuldin í USA er vaksin við 9.000 milliardum dollarum í ár
 

Tað er dapri spádómurin hjá Institute of International Finance, IIF. Longu undan koronukreppuni boðaði stovnurin frá stórum vøkstri í skuldini.

Nú koronukreppan herjar, er støðan ikki blivin betri, vísir nýggjasta frágreiðingin. Samlaða skuldin hjá heimsins londum er vaksin við 135.000 milliardum krónum í ár.

Seinastu fýra árini er skuldin vaksin við rúkandi ferð, og verður við árslok komin upp í 277.000 milliardir dollarar. Tað svarar til 365 prosent av heimsins bruttotjóðarúrtøku, vísir frágreiðingin.

7.000 milliardir dollarar gjaldast í 2021

Institute of International Finance metir, at afturgongdin í heimsbúskapinum verður 4,4 prosent í ár, og um væl vil til, verður ein vøkstur næsta ár, sum verður 5,2 prosent. Heldur gongdin við skuldini fram, fara heimsins lond at skylda 360.000 dollarar í 2030.

Evrulondini øktu sína skuld við 1.500 milliardum dollarum fyrstu níggju mánaðirnar í ár, og amerikanska skuldin vaks við 9.000 milliardum dollarum. Nógvir pengar eru nýttir til stuðul av koronukreppuni.

Seinast í 2021 falla 7.000 milliardir dollarar til gjaldingar. Orsøkin til tað er millum annað, at 20 tey ríkastu londini í heiminum hava loyvt 46 av fátækastu londunum at sleppa undan at rinda skuld í kreppuni.

Fleiri lond farin á húsagang

Nú er Zambia um at fara á húsagang, sum sætta landið í ár. Frammanundan eru lond sum Libanon og Argentina komin í somu støðu.

Altjóða metingarstovnurin Moody´s ávarar um, at Zambia hevur tikið stór lán í Kina seinastu árini, og latið ráevnir sum gjald, millum annað kopar. Almenna skuldin hjá Zambia er nú komin upp í 12 milliardir dollarar.

Zambia er í eini ringari støðu, tí landið hevur ikki kunnað aðrar veðhavarar um støðuna, og tað eru teir langt frá nøgdir við. Tað sigur professarin í penga- og búskaparmálum á Johns Hopkins Universitetinum, Steve Hanke, við The African Report.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. apríl
Jambalaja 100421
122651
Leygardag 10. apríl
Morgunlesturin leygarmorgunin 10. apríl 2021
122311
Fríggjadag 9. apríl
Morgunlesturin fríggjamorgunin 9. apríl 2021
122310
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. apríl
í Luftini við KATA
122549
Mikudag 7. apríl
í Luftini við Son of Fortune
122548