Pfizer biður um at fáa koppingarevni góðkent

Pfizer biður um at fáa koppingarevni góðkent
Heilivágsfyritøkan sigur, at koppingarevnið kann brúkast í desember
Pfizer hevur biðið amerikanskar myndugleikar um at góðkenna nýggja koppingarevnið fyri koronu
 
20.11.2020 - 13:40

 

Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur biðið um eina neyðgóðkenning av koppingarevninum fyri koronu, so tað kann takast í brúk í desember.

Tað skriva amerikanskir miðlar.

Ætlanin er, at amerikanarar, sum eru í vandabólki, skulu verða fyrstir at verða koppsettir.

Stjórin í Pfizer, Albert Bourla, sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa  koppingarevnið góðkent í USA, áðrenn tað fer víðari til onnur lond. 

Í umsóknini um at fáa góðkenning í USA, sigur Pfizer, at koppingarevnið er trygt, og at tað virkar 95 prosent. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819