Fleiri pengar til listafólk

bannari
Fleiri pengar til listafólk
Ov fá listafólk fingu hjálp úr hjálparpakkanum, sum var ætlaður listafólkum, siga LISA og Føroya tónleikarafelag
 
26.11.2020 - 06:53

Tí er neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá hjálparpakkanum, sum annars fór úr gildi 31.august, til nýggjárs.

Tað siga LISA og Føroya tónleikarafelag í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum heitti á tey um at skriva um koronuhjálp til listaøkið.

Feløgini siga, at neyðugt er at broyta lógina um hjálparpakkan, so hann hjálpir teimum, sum hann er ætlaður at hjálpa.

Mæla til kveikingarpakka

Millum annað skulu tey, sum reka listaligt virksemi undir einum V-tali, hava rætt til at søkja um stuðul.

Feløgini mæla eisini til at gera ein nýhugsandi kveikingarpakki til yrkislistina. Hann skal koma í gildi 1. januar 2021.

Tilmælið er, at kveikingarpakkin verður skipaður sum verkætlanarstuðul, sum tryggjar, at yrkislistafólkini fáa umstøður at halda fram at arbeiða í hesi krepputíð.  

21 søktu um stuðul

Avlýstir tónleikafestivalar fingu slakar tvær miliónir krónur úr hjálparpakka trý, sum var ætlaður listafólki. Lógin um hann fór úr gildi 31. august.

Listafólk fingu slakar 470.000 krónur, almannagagnlig tiltøk slaka 1,5 milliónir krónur og góðar 300.000 krónur vórðu latnar til leiguinntøkur.

21 listafólk søktu um stuðul. Men øll fingu ikki pengar. Ein umsókn bleiv til dømis avvíst, tí talan var um vinnufelag og ikki listafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010