Nú skal støða takast til byggiloyvið hjá KOKS

Nú skal støða takast til byggiloyvið hjá KOKS
Umsóknin hjá KOKS um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað er í skránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld
Soleiðis er ætlanin, at matstovan, sum KOKS ætlar at byggja í Fossdalsgjógv á Velbastað, fer at síggja út
Mynd: Tilgjørd mynd  
 
26.11.2020 - 08:11

Umsóknin hjá KOKS um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað er í skránni fyri býráðsfundin í Havn í kvøld. Men áðrenn byggiloyvi kann latast, má serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv broytast.

Umsitingin og Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum mæla til at broyta byggisamtyktina. Men treytin er, at avvarðandi myndugleikar geva loyvi.

 >> SÍ EISINI Kommunan eigur fyrsta leikin um Fossdal

Búnaðarstovan mælti fyrst frá at umskipa lendið undir Syðradalsvegnum norðan fyri Fossdalsgjógv til aðra nýtslu enn landbúnað. Umsókn er um byggiloyvi til ein køst í Fossdali, har sum KOKS hevur søkt um byggiloyvi.

9. september í ár gav Búnaðarstovuni tó tilsøgn um, at Búnaðarstovan er sinnað at avhenda økið til annað endamálið enn landbúnað, um so er, at byggisamtyktin verður broytt.

Búnaðarstovan vísir á, at tá umsókn um at keypa lendið kemur, verður hon send til hoyringar hjá festaranum á staðnum, sum eisini hevur møguleika at kæra eina avgerð hjá Búnaðarstovuni um sølu til landbúnaðarstevnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652