USA: 2.400 deyð eftir einum samdøgri

bannari
USA: 2.400 deyð eftir einum samdøgri
Í USA doyggja meira enn 100 fólk um tíman av koronu í løtuni
Fólk á Cleveland Hopkins-flogvøllinum, nú nógvir amerikanarar ferðast undan Thanksgiving-høgtíðini, sum smittufrøðingar stúra fyri
Mynd: AP  
 
26.11.2020 - 08:28

Í gjár vórðu skrásett 2.400 koronuandlát í USA. Tað er tað mesta í eitt samdøgur síðani í mai í ár, skrivar tíðindastovan hjá AFP.

Yvirlit frá Johns Hopkins-universitetinum vísir, at tilsamans 2.439 fólk doyðu av koronu. Tilsamans eru 262.080 amerikanarar deyðir av COVID-19.

Samstundis vóru skrásettir 200.000 nýggir tilburðir. Í dag er thanksgiving í USA, ein høgtíð, har familjur ferðast langa leið fyri at vera saman. 

Serfrøðingar óttast smittuspjaðing, tí eitt nú ferðslan á flogvøllum veksur. Amerikanskir myndugleikar mæla fólki frá at ferðast í sambandi við høgtíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012