- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkabólkur bíðar enn eftir svari
Listafólkabólkur bíðar enn eftir svari
Listafólkabólkurin ListGrafo noyðist enn at bíða eftir svari frá býráðnum, um hann sleppur inn í Finsen
27.11.2020 - 09:17
Býráðið skuldi viðgera málið í gjár, men eftir uppskoti frá Heðini Mortensen fór tað aftur í Mentamálanevndina.
Ein meiriluti í Mentamálanevndini, Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, vil ikki geva ListGrafo innivist í evningarstovuni í Finsen, tí kommunan hevur gjørt leiguavtalu við Havnar telvingarfelag um sama høli.
Minnilutin í nevndini, Halla Samuelsen og Heðin Mortensen, mælti býráðnum til at geva ListGrafo innivist í evningarstovuni í Finsen.
Men á býráðsfundinum í gjár kom Heðin Mortensen við uppskoti um at beina málið aftur í Mentamálanevndina. Tað varð einmælt samtykt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV