Fer nú at rykkja Eivind Jacobsen eftir svari

bannari
Fer nú at rykkja Eivind Jacobsen eftir svari
Enn er einki svar komið frá Eivindi Jacobsen, sum fyri kommunuvalið legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundøkjum
Eivind Jacobsen hevur sagt við Vágaportalin, at hann fór at svara eftir kommunuvalið, men enn hava Heðin Mortensen og Jógvan Páll Lassen einki svar fingið
Mynd: Mynd á Facebook-vanga hjá Eivindi Jacobsen  
 
07.12.2020 - 10:54

Heðin Mortensen og advokatur hansara, Jógvan Páll Lassen, hava framvegis einki frætt frá Eivindi Jacobsen. Jógvan Páll Lassen sigur, at hann fer at rykkja eftir svari í dag. 

Beint fyri kommunuvalið hótti hann við at stevna Eivindi Jacobsen, tí hann á Vágaportalinum legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundøkjum og at fara uttanum lógina, bæði moralskt og juridiskt.

Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen í brævinum til Eivind Jacobsen, at um hann skilti hann rætt, legði hann Heðin Mortensen undir at hava fingið vinning burtur úr einari partabrævasølu.

Kunnu hava revsing við sær

Hetta eru skuldsetingar, sum, um tær verða lagdar fyri rættin, hava revsing við sær, skrivaði Jógvan Páll Lassen.

"Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald," skrivaði Jógvan Páll Lassen eisini.

Eivind Jacobsen segði við Vágaportalin tá, at hann fór at svara eftir kommunuvalið, sum var 10. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887