Løgreglumaður álopin heima við hús

Løgreglumaður álopin heima við hús
Hetta er onnur ferðin seinastu dagarnar, at løgreglumaður verður álopin heima við hús
Mynd: Savnsmynd  
 
09.12.2020 - 08:59

Ein løgreglumaður varð álopin heima við hús í gjárkvøldið.

Tað váttar løgreglan fyri útvarpinum.

Hetta hendi í Havn.

Løgreglan vil ikki siga stórvegis um málið, tí tað verður kannað, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur.

Fyri okkurt um einari viku síðani var ein líknandi tilburður. 

Tá hevði ein maður í 50'unum verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki og hótt við knívi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652