Landskassin 20 mió. kr. meira í veiðigjaldi

Landskassin 20 mió. kr. meira í veiðigjaldi
Tað loysir seg at flyta ófiskaða makrelin í ár til næsta ár, sigur Reiðarafelagið
Reiðarafelagið heldur, at tað styrkir samráðingarstøðuna, um makrelurin verður fluttur til næsta ár
 
10.12.2020 - 09:03

Tað gevur landskassanum meira enn 20 mió. kr. í veiðigjaldi, um ófiskaði makrelurin í ár verður fluttur til næsta ár.

Talan er um at flyta 22.600 tons.

Reiðarafelagið hevur roknað út, at landskassin fær meira enn 20 mió. kr. í veiðigjaldi, um allur makrelurin verður fluttur.

Tað styrkir eisini samráðingarstøðuna hjá Føroyum, um makrelurin verður fluttur, sigur Reiðarafelagið.  

Reiðarafelagið sigur, at Vørn hevur upplýst, at millum tey 22.600 tonsini eru 2.341 tons, sum eru keypt á uppboðssølu í 2018 og 2019 fyri trý ella átta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819