Gera torg uttan fyri Tórsvøll

Gera torg uttan fyri Tórsvøll
Torgið er kravt, um Tórsvøllur skal vera ein altjóða leikvøllur
Arbeiðið upp á torgið byrjar næsta ár, og tað skal vera liðugt í 2023
 
18.12.2020 - 09:17

Nú verður seinasta stigið í verkætlanini um Tórsvøll í Havn gjørt. Tað er torgið uttan fyri sjálvan vøllin.

Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at gera torgið.

Torgið er kravt, um Tórsvøllur skal vera ein altjóða leikvøllur.

Talan er um alt økið framman fyri FSF høvuðssætið og Niðara vøll - frá økinum millum Dansifrøi og Gundadalshøllina og framvið Gundadalsvegnum til og við Bridgehúsið.

Uppihaldstorg og spælipláss

Yvirskipað verður torgið skipað sum eitt uppihaldstorg við spæliplássi til allar aldursbólkar umframt parkering, vegir og gøtur. 

Tá landsdystir eru, verður torgið umskipað, so tað kann lúka øll krøv, sum UEFA setir.

Barakkirnar framvið Gundadalsvegnum, sum eru fýra samanbygdir bygningar, skulu takast niður. 

Kommunan eigur tveir teirra og skal yvirtaka hinar báðar, sum ávikavist FC Hoyvík og Brigdefeløgini eiga.

30 mió. kr.

Torgið er mett at kosta 30 mió. krónur. Tórshavnar kommuna rindar 65 prosent og Fótbóltsambandið 35 prosent.

Arbeiðið byrjar í 2021 og skal vera liðugt í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819