Barnaheimið flytur úr Argjaboðagøtu

Barnaheimið flytur úr Argjaboðagøtu
Eftir ætlan eru øll børnini flutt í nýggj hølir í apríl næsta ár
Virksemið hjá Barnaheiminum í Argjaboðagøtu verður nú flutt í aðrar bústaðir
 
21.12.2020 - 14:42

Almannaverkið hevur avgjørt at flyta alt virksemið hjá Barnaheiminum úr hølunum í Argjaboðagøtu í aðrar bústaðir, sum Almannaverkið leigar til endamálið.

Eftir ætlan eru øll børnini flutt í nýggj hølir í apríl næsta ár.

Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um umstøðurnar á Barnaheiminum.

Landsstýriskvinnan sigur, at til tess at bøta um fysisku karmarnar, arbeiðir Almannaverkið áhaldandi við at finna hóskandi høli, og hevur seinastu tíðina leigað fleiri hús, fyri at fáa smærri bólkar av børnum, og harvið betri at kunna skipað arbeiðið eftir tørvinum hjá einstaka barninum.

Ein leiðari aftrat

Í sambandi við, at flutt verður í fleiri hús, er søkt er søkt eftir einum leiðara aftrat til eindina.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at avgerðina um at byggja fleiri barnabústovnur, heldur enn at savna alt virksemið á einum stað, hevur hon tikið í samstarvi við fakkunnleikan á økinum, sum Almannaverkið umsitur.

Tilgongdin er ikki byrjað enn, men tá komið er longur við ætlanini, verða allir viðkomandi partar, eisini kommunalu myndugleikarnir, tiknir við í arbeiðið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858