Gamalt mál um stinglaks aftur í rættin

Gamalt mál um stinglaks aftur í rættin
Reiðaríið Thor og BankNordik hava stevnt Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks
Í bankanum og í Thor hildu tey, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks, men har var einki royndarloyvi
 
06.01.2021 - 10:42

Eitt tað elsta málið í rættarskipanini stendur aftur í listanum hjá Føroya rætti fríggjadagin.

Men talan er bara um fyrireikandi fund fyri at vita, hvat støðan er í málinum nú.   

Málið er frá 2014.

Thor og BankNordik stevndu

Reiðaríið Thor og BankNordik hava stevnt Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks.

Thor keypti síðst í 2009 djúpvatnstrolaran Phoenix frá Føroya Banka, sum keypti skipið á tvingsilssølu 25.november í 2008.

Í bankanum og í Thor hildu tey, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks. Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði.

Einki royndarloyvi til

Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks. Tí vilja Thor og BankNordik hava endurgjald frá Fiskimálaráðnum og hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at avgerðin um at strika royndarloyvið er ógildug.

Phoenix hevði saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks, áðrenn hann fór á tvang.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010