Jógvan Philbrow stillar uppaftur

Jógvan Philbrow stillar uppaftur
Aðalfundur verður í Pedagogfelagnum 6. mars
Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Pedagogfelagnum tvey skeið, og hann stillar uppaftur
 
08.01.2021 - 11:32

Formansval verður á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum 6.mars.

Freistin at stilla upp er til 1.februar.

Formaðurin ella forkvinnan verður vald fyri trý ár.

Jógvan Philbrow hevur verið formaður nú í tvey skeið, og hann ætlar sær at stilla uppaftur, sigur hann.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið eru ikki lidnar enn.

Eingin fundur var í desember.

Fór úr gildi 1. oktober

Sáttmálakrøvini vórðu handað 8.oktober, og nakrir samráðingarfundir hava verið.

Sáttmálin partanna millum, sum varð gjørdar í 2017, fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Sáttmálin umfatar námsfrøðingar og hjálparfólk hjá kommununum og landinum.

Nú Kommunala arbeiðsgevarafelagið fær nýggja nevnd, hevur Pedagogfelagið biðið um fund við KAF um viðurskiftini á dagsstovnaøkinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858