Nú skulu tey lata tíðliga aftur

bannari
Nú skulu tey lata tíðliga aftur
Kunngerðin um upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum er longu lýst og komin í gildi
 
08.01.2021 - 06:16

Sambært henni skulu støðini lata aftur í seinasta lagi klokkan tíggju um kvøldið til og við sunnudegnum 17. januar.

Tað verður gjørt fyri at forða fyri smittuspjaðing, stendur í kunngerðini.

Matstovur og skeinkingarstøð kunnu søkja um stuðul úr landskassanum fyri hetta tíðarskeiðið, sum er 8. til 17.januar.

Søkjast kann um stuðul fyri fastar útreiðslur í sambandi við koronu. Freistin at søkja um stuðul er 1. mars í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652