Seks kommunur lækka skattin í ár

Seks kommunur lækka skattin í ár
Hægsta og lægsta skattaprosent eru tey somu sum í fjør, ávikavist 22 og 16
Skálavíkar kommuna hevur lækkað skattaprosentið úr 22 niður 21 prosent
 
08.01.2021 - 09:04

Seks kommunur hava lægri skattaprosent í ár enn í fjør.

Í flestu førum er lækkingin tó bara 0,25 prosentstig. Men í Hovi er skattaprosentið tó lækkað tvey prosentstig, úr 20 niður í 18.

Aðrar kommunur, sum hava lækkað skattaprosentið, eru Fuglafjørður, Runavík, Vestmanna, Skálavík og Vágur.

Í Skálavík lækkaði skattaprosentið eitt prosentstig, úr 22 niður í 21.

Hækkað í trimum kommunum

Í trimum kommunum er skattaprosentið hækkað. Tað er hækkað eitt prosentstig í Hvalba og 0,25 prosentstig í Kunoy og í Kvívík.

Barnafrádrátturin er 500 kr. størri í Hovi og 1.000 kr. størri í Sunda kommunu.

Hægsta og lægsta skattaprosent eru tey somu sum í fjør, ávikavist 22 og 16.

Men miðal kommunuskattaprosentið er eitt vet lægri í ár. Tað er 20,12 í ár. Tað var 20,19 í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691