Fleiri løntakarar í desember

Fleiri løntakarar í desember
Vøksturin er ikki so stórur, sum hann hevur verið, vísa tøl hjá Hagstovuni
14.300 menn vóru løntakarar 1. desember í fjør, 130 fleiri enn árið fyri
 
12.01.2021 - 10:30

1. desember vóru 27.700 løntakarar í landinum, 300 fleiri enn sama tíðarskeið í 2019. Vøksturin er 1,2 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Men gongdin vísir, at talið á løntakarum veksur munandi minni, enn tað hevur gjørt. Og serliga hetta seinasta árið hevur vøksturin ikki verið so stórur.

Í desember vóru 14.350 menn løntakarar, 130 fleiri enn í desember í fyrraárið.

Kvinnurnar vóru 13.350, umleið 200 fleiri enn í desember í 2019.

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at vøksturin í privatu vinnugreinunum fór at minka.

Í løtuni starvast 10.000 fólk í almennari tænastu, og 8.864 starvast í privatum tænastuvinnum, vísa hagtølini.

Meiri fæst at vita um løntakaratalið her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691