Birita Poulsen fekk serstøku heiðurslønina

13.01.2021 - 19:18
MentanTónleikur
Birita Poulsen fekk serstøku heiðurslønina
Serstaka heiðursgávan er ein álitisváttan, segði Birita Poulsen, sum er undir útbúgving til operasangara í Týsklandi
Birita Poulsen hevur fingið serstøku heiðurslønina í ár
 

Fyrsta virðislønin á heiðurstiltakinum í Løkshøll í kvøld varð latin Biritu Poulsen, ið seinastu árini hevur prógvað seg sum sera gávaðan sopran.

Birita Poulsen er undir útbúgving til operasangara í Týsklandi, og hevur har fingið fleiri góð ummæli fyri sínar framførslur. Í Føroyum hevur hon frá heilt ungum árum gjørt vart við seg, til dømis í kappingini Stella Polaris.

Tað er eyðsýnt, at Birita Poulsen hevur viljan til at tvinna góðu sangevnini saman við hørðum arbeiði fyri áhaldandi menning. Fyri eggja ungu songkvinnuni til, fekk hon í kvøld serstøku virðisløn landsins.

Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:

Í Føroyum telist hon ímillum tey fáu, sum hava givið føroyingum upplivingar í klassiskum sangi og opera, og hon hevur soleiðis ríkað okkum tónleikaliga við framførslum sínum - bæði einsamøll og saman við øðrum.

Fyri klassiska sangin og operuna, sum Birita meistrar so væl, og fyri at kveikja og stuðla upp undir framhaldandi yrkisligu leiðina fær unga sopranin serstøku virðisløn landsins 2020.

Serstaka virðislønin er 50.000 kr., og hon verður latin listafólki, sum hevur víst serliga góðar gávur innan sítt øki, og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Ein álitisváttan

Birita Poulsen takkaði fyri heiðurin, sum hon skýrdi eina álitisváttan. Hon sendi sínum lærarum á Musikkskúla miðnámi í Havn, tí hennara dreymar um eina yrkisleið sum operasangari vórðu loftaðir við einum natúrligum álvara, sum hon málbar seg. 

Viðurkenningin kemur væl við, segði Birita, serliga eftir eitt ár sum tað, ið vit hava upplivað. Og Birita Poulsen staðfesti, at hon hevði ikki væntað, at sær fór at verða unt ein so stóran heiður á so ungum árum. 

.

Jens Andreassen  bar Biritu Poulsen eina heiðursrøðu

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. mars
Breddin
121099
Mikudag 3. mars
Lesikrókurin: Ein annar er gull
121095
Mikudag 3. mars
Nón 3. mars 2021
121093
Mikudag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
121076
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. mars
Úr savninum: Matur og matgerð
121098
Mánadag 1. mars
3-2
121003
Sunnudag 28. februar
TeenStreet lovsangur (5:5)
120907
Sunnudag 28. februar
Andakt við Margareth Djurhuus
120906