Danmark rindar koppingarevni fyri alt ríkið

bannari
Danmark rindar koppingarevni fyri alt ríkið
Koppingarevnið til allar føroyingar verður mett at kosta umleið sjey milliónir krónur
Stjórnin rindar fyri koppingarevni, men Føroyar og Grønland skulu rinda flutningsútreiðslurnar og kostnaðin at koppseta fólk
 
13.01.2021 - 08:43

Danska stjórnin rindar fyri alla koronukoppseting, sum danska ríkið fær. Eisini koppingarevnið, sum verður sent til Føroya og Grønlands.

Tað upplýsir danska Heilsumálaráðið fyri Kringvarpinum. Vanliga rinda Føroyar og Grønland sjálvi fyri sín heilivág og koppingarevni, men júst koronukoppingarevnið er eitt undantak.

Tá ið Kringvarpið spurdi danska Heilsumálaráðið í november í fjør, var svarið annars, at Føroyar sjálvar skulu gjalda fyri korona-koppingarevnið, eins og gjørt verður við øll onnur koppingarevni, ið Føroyar fáa í samstarvi við danskar heilsumyndugleikar og Serumstovnin.

Støðan broytt

Men tann støðan er nú broytt. Føroyar og Grønland fáa sín lutfalsliga part av koppingarevnunum fyri korona, í mun til fólkatalið í londunum.

Danska stjórnin rindar fyri alt koppingarevnið fyri korona, sum Danmark fær fatur á. Landsstýrini í Føroyum og Grønlandi skulu tó sjálvi gjalda flutningsútreiðslurnar og kostnaðin av at koppseta fólk, upplýsir danska Heilsumálaráðið. 

Koppingarevnið til allar føroyingar verður mett at kosta umleið sjey milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691