Meirilutin vil hava málsøkjabýtið broytt

13.01.2021 - 13:18
AktueltPolitikkur
Meirilutin vil hava málsøkjabýtið broytt
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð skjóta upp at leggja vinnunevndina undir fíggjarnevndina, og at hava fasta havnarnevnd
Meirilutin í Tórshavnar býráð skjýtur upp at broyta málsøkini, sum ávísar nevndir skulu umsita
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð skjýtur upp at broyta málsøkjabýtið í nevndunum, og at eldranevndin broytir navn til heilsu- og eldranevndin.

Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundi í morgin.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skjóta upp at flyta skúlaøkið frá mentamálanevndini til trivnaðarnevndina. Meirilutin sigur, at við hesi broyting verður javnari arbeiðsbýti millum báðar nevndinar.

Mælt verður til at broyta heitið á eldranevndini til heilsu- og eldranevndin, tí nevndin og fyrisitingin varða av øllum borgarum, ikki bara teimum eldru.

Nevndin varðar av heimasjúkrasystrunum, sum veita øllum borgarum í kommununi tænastu, og heimarøktini. Haraftrat hevur kommunan skyldu til at veita borgarum undir 67 ár ávísar tænastur.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skjóta eisini upp, at vinnunevndin skal vera nýggj nevnd undir fíggjarnevndini, í staðin fyri økisnevndina, sum skipanin er nú.

Havnarnevndin føst nevnd

Skotið verður eisini upp at hava fasta havnarnevnd í staðin fyri vinnunevndina. Málsøkini millum havnarnevndina og fíggjarnevndina/vinnunevndina undir fíggjarnevndini verða so býtt millum tær báðar nevndirnar.

Vinnunevndin skal viðgera vinnumál og vinnupolitikk, ferðavinnu, handils- og tænastuvinnu, hýruvognsloyvi og Hugskotið.

Nevndin skal leggja síni tilmæli fyri fíggjarnevndina at bera víðari í skipanini. 

Býráðið fer á fundinum í morgin eisini at manna allar nevndirnar.

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. januar
Breddin
119514
Mikudag 27. januar
Nón 27. januar 2021
119510
Mikudag 27. januar
Góðan morgun Føroyar 27.01.2021
119494
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. januar
Verkir (1:3)
119530
Týsdag 26. januar
Jørðin II 2 - Fjøll
119465
Mánadag 25. januar
3-2
119421
Sunnudag 24. januar
Andakt við Frank Jacobsen
119359