Egnarar fáa eisini minstaforvinning

Egnarar fáa eisini minstaforvinning
Kunngerðin um inntøkutrygd er broytt
Heimafólk, sum eru knýtt at fiskifarinum, fáa nú eisini minstaforvinning
 
14.01.2021 - 09:42

Nú kunnu egnarar hjá línuskipum eisini fáa minstaforvinning.

Kunngerðin um inntøkutrygd er broytt.

Nú stendur í kunngerðini, at fiskifar, sum rør út við línu, kann tilmelda heimafólk, sum eru knýtt at fiskifarinum, til minstaforvinning.

Uppgávan hjá heimafólkinum fevnir um at útvega agn, skera agn, egna, rekja línu um og at koyra línu og agn umborð til nýggjan túr, stendur í kunngerðini.

Stýrið í Trygdargrunninum tekur undir við, at kunngerðin er broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652