Hava fingið pengar aftur fyri námsferð

Hava fingið pengar aftur fyri námsferð
Uttanríkis- og Mentamálaráðið helt seg hava moralska skyldu at rinda næmingunum mista peningin, tí Glasir avlýsti námsferðirnar
Námsferðirnar kostaðu eina millión og 650.000 kr., og peningurin er nú afturgoldin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
15.01.2021 - 11:30

Næmingarnir á Glasi, sum skuldu fara námsferð í mars í fjør, hava nú fingið allar pengarnar aftur, sum teir mistu, tá korona gjørdi, at ferðirnar blivu av ongum.

Námsferðirnar kostaðu eina millión og 650.000 kr.

Veitarar hava goldið 300.000 kr. aftur.

Og hinar pengarnar, eina millión og 350.000 kr., hava næmingarnir fingið úr landskassanum.

Teir pengarnar hevur Glasir fingið, og teir eru nú fluttir næmingunum, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari. 

Moralsk skylda

Uttanríkis- og Mentamálaráðið helt seg hava moralska skyldu at rinda næmingunum mista peningin, tí Glasir avlýsti námsferðirnar, ikki næmingarnir sjálvir. 

Næmingarnir eru 275, og við lærarum og øðrum vóru 300 fólk í ferðaløgunum.

Ein hópur for kortini avstað. Tey fóru dagin fyri, at hini skuldu fara.

Tey vóru 13, og tey vóru í Portugal, men komu heim tveir dagar, áðrenn ferðin skuldi enda.

Sjey av teimum 13 blivu koronusmittað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858