New York City sigur avtalur upp við forsetan

15.01.2021 - 09:39
AktueltÚtheimurin
New York City sigur avtalur upp við forsetan
Trump rekur tvær skoytibreytir, eina ringreið - karrusel - í Central Park og eina golfvøll í New York
 

Heimbýurin hjá Donald Trump, forseta, New York City, sigur allar avtalur upp við forsetan.

Tað skrivar blaðið, LA Times.

Hetta er aftursvar til leiklutin hjá Trump, tá viðhaldsfólk hjá forsetanum mikudagin í síðstu viku tóku seg inn í Kongressina.

Trump rekur tvær skoytibreytir, eina ringreið - karrusel - í Central Park og eina golfvøll í New York.

Borgarstjórin í býnum, Bill de Blasio, boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at Trump-fyritøkan forvinnur umleið 17 milliónir dollarar um árið við avtalunum. Tað svarar til góðar 103 milliónir krónur.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. mars
Nón 8. mars 2021
121302
Mánadag 8. mars
Norðurljóð 8.mars 2021
121258
Mánadag 8. mars
Áðrenn Elvis
121298
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. mars
Toke M. Carlsen, Fróðskaparsetrið
118848
Mánadag 8. mars
3-2
121323
Sunnudag 7. mars
Andakt við Margareth Djurhuus
121249
Sunnudag 7. mars
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
121251
Leygardag 6. mars
FMA 2021
121234