13 milliónir til umvælingar og keyp

13 milliónir til umvælingar og keyp
Almannamálaráðið hevur brúkt 13,2 milliónir krónur til at keypa og umvæla tríggjar vardar bústaðir
 
20.01.2021 - 08:26

Í sambandi við uppskotið um at byggja sambýli á Mýrini í Hoyvík, spurdi Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, hvussu nógv tað hevur kostað at keypa og umvæla húsini í Torfinsgøtu í Havn og í Hóvabrekku og Garðsgøtu á Argjum.

Almannamálaráðið svarar, at húsini í Torfinsgøtu kostaðu 2,5 milliónir krónur at keypa, og tey kostaðu 5,7 milliónir krónur at umvæla. 

Har eru fimm kømur og tvær íbúðir. Húsini í Hóvabrekku, sum fyrr vóru næmingaheim hjá Skúlanum á Trøðni, fekk Almannamálaráðið frá Mentamálaráðnum fyri einki.

Sambýlið har er umvælt fyri 1,8 milliónir krónur Har eru 15 kømur. Í Garðsgøtu eru umvælingar gjørdar fyri 3,2 milliónir krónur Har eru tvær íbúðir og fimm kømur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887