Berghol í Borðoynni fyri 522 mió. kr.

Berghol í Borðoynni fyri 522 mió. kr.
Tunlarnir norður um Fjall verða mettir at kosta 95,5 milliónir kr. fyri kilometurin
Fíggjarnevndin tekur undir við at gera nýggjar tunlar norður um Fjall fyri 522 milliónir krónur
 
20.01.2021 - 09:57

Fíggjarnevndin tekur undir við, at berghol verða gjørd í Borðoynni fyri 522 milliónir krónur.

Upprunaliga vórðu tey mett at kosta 252 milliónir krónur, men tað var í 2009. Fíggjarnevndin vísir á, at berghol eru vorðin dýrari at gera.

Sambært upplýsingum, sum løgtingið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum, kostaði bergholið á Viðoynni, sum var liðugt í 2016, 62,7 milliónir fyri kilometurin.

95,5 milliónir krónur

Bergholini, sum skulu gerast norður um Fjall í Borðoynni, eru mett at kosta 95,5 milliónir krónur fyri kilometurin.

Hvalbiarvergholið, sum skjótt er liðugt, kostar 80,2 milliónir krónur fyri kilometurin.

Fíggjarnevndin mælir til at fáa breiða politiska semju um bergholini, sum skulu koma eftir, at tunlarnar norður um Fjall eru gjørdir, so fólk vita, nær bergholið í teirra øki kemur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585