Carla Sands fingið størstu viðurkenning

21.01.2021 - 09:04
AktueltÚtheimurin
Carla Sands fingið størstu viðurkenning
Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark er heiðrað fyri at menna trygdarsamstarvið millum USA og londini í ríkisfelagsskapinum
Carla Sands hevur verið amerikansk sendikvinna í Danmark seinastu árini
 

Carla Sands, sendikvinnan hjá USA í Danmark, hevur fingið størstu viðurkenning, sum verður latin fólki, ið ikki eru embætisfólk í USA.

Tá ið hon fór frá týsdagin, fekk hon Distinguished Public Service Award fyri at menna samstarvið um trygd millum USA og ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar.

Serliga hevur hon gjørt nógv fyri herstøðina í Thule í Grønlandi, sigur amerikanska sendiráðið í Keypmannahavn.

Carla Sands hevur verið sendikvinna síðani 2017, tá ið Trump setti hana.

Nú Biden er vorðin forseti í USA, skal hann tilnevna nýggjan sendiharra í Danmark. 


 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. mars
Funnu kinesararnir Amerika (2:2)
120697
Leygardag 6. mars
Jambalaja 060321
121226
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. mars
FMA 2021
121234
Fríggjadag 5. mars
Lyst 40
121086