Bústaðir atfinningarsamt í hoyringarskrivi

bannari
Bústaðir atfinningarsamt í hoyringarskrivi
Stýrið hjá Bústøðum heldur ikki, at bústaðarpakkin er í samsvari við lógaruppskotið ella bústaðarpolitikkin
 
25.01.2021 - 08:04

Millum skjølini, sum liggja á borðinum hjá Trivnaðarnevndini, sum er farin at viðgera bústaðarpakkan hjá landsstýrinum, er eitt sera atfinningarsamt hoyringarskriv frá Bústøðum.

Stýrið hjá Bústøðum sigur bart út, at lógaruppskotið er hvørki í samsvari við lógargrundarlagið hjá Húsalánsgrunnnium ella bústaðarpolitikk landsins.

Sambært lógaruppskotinum skulu Bústaðir sleppa at læna 450 milliónir krónur.

Armslongdarprinsippið ikki hildið

Men treytirnar um, hvussu hesar 450 milliónirnar skulu býtast, eru ikki í samsvari við tørvin á leigubústøðum sambært bíðilistanum hjá Bústøðum og heldur ikki í samsvari við, hvar í landinum, fólk vilja búgva.

Tað er heldur ikki nøkur góð loysn at flyta uppgávur, sum vanliga eru í fíggjarlógini, til Bústaðir.

Og tað er ikki í samsvari við armslongdarprinsippið, at landsstýrisfólkið skal góðkenna staðsetingar og málbólkar og áseta reglur um verkætlanir hjá Bústøðum í kunngerð.

2.500 fólk á bíðilista

Sambært lógaruppskotinum skulu 200 av teimum 450 milliónunum brúkast til serligar málbólkar, eitt nú barnabústovnar.

125 milliónir krónur skulu brúkast til bústaðir í økjum, har eingin kapping er um at byggja. Í desember í fjør vóru 2.500 fólk á bíðilistanum hjá Bústøðum. 85 prosent vilja búgva í Suðurstreymi.

125 milliónir eru eftir av láninum at byggja til teirra. 70 íbúðir fáast fyri 125 milliónir. Hetta er alt ov lítið. Hetta er at halda fólk á bíðilistanum hjá Bústøðum fyri gjøldur, sigur stýrið hjá Bústøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887