Halda fram við tíðindum á enskum í KvF

Halda fram við tíðindum á enskum í KvF
Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Tað kostaði umleið 283.000 kr. at útveita tíðindatænastuna á enskum frá desember 2019 til síðst í desember í fjør síðst í desember 2020 rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri  veitingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.02.2021 - 13:13

Tíðindini á enskum í Kringvarpinum halda fram.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Kringvarpið og Uttanríkis- og Mentamálaráðið arbeiða í løtuni við einum nýggjum public service-sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.  

Jenis av Rana sigur, at hann væntar ikki, at tænastan, sum er at hava tíðindi á enskum, verður strikað.

Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur hann.

News in English

Tíðindi á enskum eru í "News in English" á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tænastan "News in English" er fyri tað mesta útveitt.  

Frá síðst í desember 2019 til síðst í desember 2020 rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri  veitingina. 

Harafturat koma slakar 50.000 kr. í innanhýsis kostnaði.

Integratión plagar annars ikki at liggja hjá public service miðlunum, men hjá eitt nú integratiónsstovnum og kommunum, sigur Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672