Frítíðin er vorðin ókend

 
05-02-2021
biitGrein
P1
Svarta speglið
Frítíðin er vorðin ókend
Bergur Leifson Durhuus er 15 ár, gongur í 9. flokki og brúkar 30 tímar um vikuna uppá arbeiði og ítrótt

Hvønn ítrott gongur tú til?

Eg spæli hondbólt og rógvi.

 

Eg eri málmaður í U-16 hjá Neistanum. Hondbóltur hevur verið ein partur av mínum lívi, síðani eg var heilt lítil. Neistin er eitt gott felag, og eg møti væl upp til venjingarnar. Eg havi altíð elskað tað, og eg elski tað enn. Eg brenni fyri hondbóltinum.

 

Eg rógvi eisini í Havnar Róðrarfelag. Báturin hjá okkum eitur Sílið. Eg eri nokkso nýggjur í kappróðrarhøpi, men eg eri longu fallin fyri tí. Eg føli, at eg mennist til hvørja venjing, manningin í bátinum er fantastisk, og vit hava ein góðan venjara. Rógving er heilt sikkurt eisini blivin ein stórur partur av mínum lívi.

 

Eg havi roynt at talt soleiðis nøkunlunda saman. Eg venji umleið 13 tímar um vikuna. Tað er við hondbóltsdystum leygardagar.

 

Hvar arbeiðir tú?

Eg arbeiði á goymsluni hjá MBM og hjá Poul Michelsen, har pakki eg vørur inn.

 

Mítt arbeiði ávirkar meg uppá nógvar góðar mátar... Nógv síggja negativt upp á arbeiði og gera tað bara fyri pengarnar. Ja, tað kann vera strævið til tíðir, men mær dámar sera væl mitt arbeiði.

 

Eg fari oman á lagrið við einum smíli og fari haðani við einum smíli. Tað er ein stórur møguleiki, sum eg havi fingið, og tað eru ikki nógv, ið eru líka heldig sum eg, tá ið tað kemur til at fáa arbeiði, sum tær dámar væl. Eg haldi, at grundin til, at mær dámar so væl mítt arbeiði, er tann sosiali stemningurin, sum altíð er har.

 

Eg arbeiði eini 14 tímar um vikuna.

 

Gongur tú høgt upp í skúlan, og brúkar tú nógva tíð aftaná skúlatíð til skúlan?

Ja, eg gangi nokkso høgt upp í skúlan. Eg fái sum oftast alt liðugt í Skúlanum á Fløtum, so tað fyllir ikki nógv aftaná skúlatíð. Har fái eg so meira tíð til arbeiði, venjing og tíð við vinum - tá tað ber til.

 

Hevur tú nakrantíð ov nógv um oyruni?

Eg vil siga tað so, at eg havi altíð okkurt at gera. Eg gangi í 9., so tað er ikki so mega nógv at gera í frítíðini. Altso, allir tannáringar vilja sova, men tá ið eg arbeiði, gongur tíðin so forbannað skjótt. Eg havi gjørt tað til mín lívsstíl.

 

Eg verði gott nokk nokkso oftani stressaður. Men tað er oftani sovorðnir dagar, tá ið eg skal í skúla, arbeiðis, heim at eta og so til venjing beint eftir hvørt annað. Altso, eg føli, at tað eri eg, sum stressi meg sjálvan við at siga, at eg havi ov nógv at gera, tí eg fái tað altíð at rigga allíkavæl. Men ja, tað kann stressa meg til tíðir.

 

Hvat gjørt tú so, tá ið tú verður stressaður?

Eg skal bara fáa tað liðugt. Eg arbeiði sum oftast beint eftir skúlatíð, so jú skjótari eg komi avstað, jú skjótari sleppi eg heim.

 

Eg venji so seint um kvøldið, so tað fái eg altíð tíð til.

 

Følir tú, at tú missir upplivingar við at hava so nógv at gera?

Eg haldi ikki, at eg missi so nógv. Eg missi gott nokk tað at vera úti leingi um vikuskiftini. Eg spæli sum oftast dyst tíðliga leygarmorgnar, so eg má vanliga fara tíðliga heim fríggjakvøld. Eg kann heldur ikki vera úti leingi leygardagar, tí eg skal arbeiða sunnumorgnar.

 

So ja, eg missi gott nokk tað at vera úti leingi um vikuskiftini. Men annars haldi eg ikki, at tað er so galið. Eg kann enn vera úti við vinmonnunum. Tað er bara ikki líka ofta nú, sum tað var fyrr.

 

Hvussu nýtir tú so tína frítíð?

Frítíð, hvat er tað?

 

Nei, tvætl. Eg nýti mína frítíð, tá ið eg kann. Tað er ikki so ofta, men eg havi frí, tá ið eg ikki skal spæla dyst leygardagar. Av tí at tað er tað einasta tíðspunktið, eg veruliga havi frí, havi eg ordiliga frí tá. Eg kann saktans sova einar 12 tímar, liggja í songini til kl. 16 og bara slappa heilt av.

 

Ert tú eitt "arbeiða fyri at liva" ella "liva fyri at arbeiða"-menniskja?

Eg arbeiði, tí eg havi hug til at arbeiða. Eg geri tað ikki bara fyri pengarnar. Sjálvandi er tað eisini ein partur av tí, men eg arbeiði, tí at mær dámar tað væl. Altso um eg ikki hevði nakað arbeiði... Eg trúgvi slett ikki, at eg hevði fingið tíðina at gingið. Tað er virkuliga deiligt at arbeiða.

 

So tí vildi eg sagt, at eg eri eitt “liva fyri at arbeiða”-menniskja.

 

Fyrsta minni sum barn?

Tað er nokk á Ólavsøku 2007, tá ið eg og babba vóru og marsjeraðu á rossi. Eg var so pissilítil. Eg veit ikki eingong, um eg havi verið eitt ár. Tað er eitt sovorið minni, har man ikki heilt minnist tað, men man veit tað meira.

 

Hvat ráð hevði tú givið tær sjálvum, um tú møtti tær sum barn?

Frá tí at eg var heilt lítil, til eg var 12, var eg útispælari í hondbólti. Tá ið eg var 12, fekk eg skaða í lyskina og í hælin, og so kundi eg ikki spæla úti meira. Teir manglaðu tó ein málmann í dreingir 12, og síðani tá havi eg verið málmaður.

 

Um eg hevði kunnað givið yngra mær ráð, so hevði tað nokk verið, at eg skuldi havt valt at verið málmaður frá byrjanini av. So hevði eg kunnað verið enn betur nú.

 

Hevur tú eina fyrmynd?

Fyrimyndinar hjá mær eru 100% míni foreldur. Tí líkasum... Eg hevði gjarna viljað verið ein blanding av teimum. Pápi mín hevur arbeitt, síðani hann var ungur knæbóndi. Hann hevur arbeitt ræðuliga nógv gjøgnum árini og ger tað enn.

 

Mamma mín er meira tann ítróttarliga typan. Hon hevur spælt hondbólt, síðani hon var lítil, og hon er enn aktiv í hondbólti.

 

Eg hevði gjarna viljað verið ein blanding av teimum. Arbeitt nógv, men eisini elskað ítróttina. Sum eg faktisk geri nú. Men eg vil enn hægri upp.

 

Eg vildi sagt, at eg eri á lágum stigi, sum nú er. Eg vil raka toppin, tá kann eg slappa meir av. Har er langur vegur eftir.

 

Besta ráð tú hevur fingið?

“Um tú ert ónøgd/ur við okkurt, so ger okkurt við tað”. Hetta er eitt ráð til mín sjálvan frá mær sjálvum.

 

 

 

#7c1aff
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi. Eg havi gingið á møtið síðani eg var smágenta, og eg gangi enn á møti, tí eg elski tað
12-04-2021
Grein
P3
Eg eiti Gunnvá, eg eri 16 ára gomul og gangi í 9. flokki í Havn. Í frítíðini venji eg flogbólt, hip hop og arbeiði eitt sindur í Sheep
12-03-2021
Grein
P2