Dagpengatrygging loftar eisini tónleikarum

Dagpengatrygging loftar eisini tónleikarum
Fólk fáa í mesta lagi 960 krónur um dagin, íroknað frítíðarløn, um dagin
Joe and The Shitboys - dagpeningatryggingin loftar eisini tónleikarum, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2021 - 09:46

Dagpeningatryggingin loftar eisini tónleikarum, sum missa inntøkur sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Fólk fáa í mesta lagi 960 krónur um dagin, íroknað frítíðarløn, í dagpengum um dagin. Sjálvbodna tryggingin tekur við, tá ið til dømis tónleikarar hava sera sveiggjandi inntøku.

Landsstýriskvinnan sigur seg ikki vita um sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava teknað trygging, sum detta niðurímillum. Og tónleikarar eru ikki verri tryggjaðir enn aðrir yrkisbólkar í dagpeningaskipanini. 

Sjálvbodna tryggingin er ein skipan, sum skal lofta teimum, sum ikki hava nóg góðar umstøður eftir vanligu reglunum um dagpengar. Til ber at tryggja seg fyri sjúku og fáa 960 krónur um dagin í dagpengum frá fyrsta sjúkradegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858