Færri ungfólk í Danmark roykja

Færri ungfólk í Danmark roykja
Eftir trimum árum er talið á teimum, sum roykja hvønn dag, minkað úr 12 niður í seks prosent
At tað er vorðið dýrari at roykja, sæst aftur í hagtølunum
 
12.02.2021 - 10:51

Tað er dýrari og truplari at roykja, og tað sæst aftur í hagtølum fyri ung í Danmark, sum roykja.

Eftir trimum árum er talið av 18 til 19 ára gomlum, sum roykja dagliga, minkað úr 12 niður í seks prosent, skrivar Ritzau.

Gera javnan kanningina

Tølini eru frá danska Krabbameinsfelagnum og TrygFonden, sum gera hesa kanning javnan.

Gongdin hjá 14 - 17 ára gomlum er tann sama. Men serligt fokus er á eldri roykjarar, tí teir í størri mun halda fram við at roykja. 

– Vit fegnast um, at dagliga nýtslan av sigarettum minkar. Tí helvtin av teimum, sum fara at roykja, doyggja av tí onkursvegna, sigur Mette Lolk Hanak, átaksleiðari hjá danska Krabbameinsfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819